Spotfestivalurin hevur leingi verið ein tónleikafestivalur, men í ár fær filmslistin eisini innivist á festivalinum, sum verður hildin í døgunum 1. til 4. mai.
Dómsnevndin hevur hugt at ikki færri enn 150 stuttfilmum, og millum teir 12, sum eru slopnir gjøgnum nálareygað, er “Det mand ikke taler om” hjá unga havnarmanninum, Andrias Høgenni. Filmurin snýr seg um menn, sum hava verið fyri neyðtøku av kvinnum. Upprunaliga er talan um verkætlan, sum varð til í eini veitslu í Odense, men Andrias fekk 100.000 krónur í stuðuli frá einum filmsgrunni á Fyn, og nú verður altso talan um heimspremieru, tá filmurin verður sýndur tann 3. mai.
- Eg eri sjálvandi errin og fegin um eina slíka viðurkenning, og hetta er eisini ein blástemplan av mær sum leikstjóra, sigur Andrias Høgenni.
Íalt eru 12 stuttfilmar, sum kappast um at vinna á Spot, men Andrias tykist ikki hava gjørt sær nakrar tankar í so máta.
- Bara tað at teljast millum hesar 12 er stórt. Í løtuni hugsi eg als ikki um ,hvør vinnur, og í øllum førum er talan er um 11 sera kompetentar verkætlanir, sum eisini eru við, heldur Andrias.
Umframt at vera við á Spot, er Andrias í løtuni eisini aktuellur í Noreg. Har er “Eina”, sum í fjør var nomineraður til føroyska Geytan, nevnliga á plakatini á NUFF – Nordisk ungdoms filmsfestival. Her fær Andrias tó ikki verið til staðar sjálvur, og tað margháttliga er, at hetta er aðru ferð, at hann hevur film við á festivalinum, uttan at hann kann taka lut persónliga.
- Eg hevði ein stuttfilm, unedited love, við á NUFF í 2008. Ta ferðina fekk eg ikki sjálvur verið til staðar, tí vit høvdu próvtøkur í Hoydølum. Hesa ferð eri eg boðin við á bæði festival og tilhoyrandi workshop, men aftur mátti eg geva avboð, sigur Andrias, sum aftur skal til próvtøku. Hesa ferð á lesnaðinum í miðlavísind.
Við at trýsta á myndina omanfyri sæst sonevndi trailarin til Det mand ikke taler om, sum altso verður heimsfrumsýndur á Spot um góðar tvær vikur.