Andrias Samuelsen, maskinstjóri 43 ár í sama reiðaríi

Fríggjadagin 28. august 1998 var seinasti arbeiðsdagur hjá Andriasi Samuelsen á Strandfaraskipum Landsins, nú hann fer frá vegna aldur eftir samfull 43 ár í tænastu.

Andrias byrjaði sum maskinmeistari umborð á gomlu Ternuni tann 22. november 1955. Hann hevur siglt við flest øllum skipum hjá Strandfaraskipum Landsins sum maskinmeistari, millum onnur kunnu nevnast Jens Chr. Svabo, Gamli Smiril, Dagstjørnan, Ritan, Teistin og seinastu árini sum maskinstjóri umborð á Smyrli.

Tá Teistin bleiv keyptur í 1980 fór Andrias umborð á Teistan sum maskinstjóri, og sigldi øll árini við Teistanum til hesin bleiv seldur av landinum í 1996. Síðani hevur hann siglt við Smyrli sum maskinstjóri - og nú er so seinasti arbeiðsdagur komin at enda.

At Andrias hevur verið trúgv og álítandi arbeiðsmegi kann eingin sum hevur siglt saman við honum ivast eina løtu í.

Har Andrias var vildi hann hava røkjuskap og øll vita vit, at maskinrúmið á Teistanum var eitt tað vakrasta og reinasta - har var altíð so skínandi blankt, ja líktist mest eini dagligstovu.

Vit vita at tú, Andrias, hevur fyrireikað teg til hetta tíðarskeiðið í lívið tínum. Tú fert tíbetur ikki at seta teg hendur í favn framman fyri sjónvarpsglugganum.

Í Havnardali bíða trøðin, seyðurin og gæsnar eftir tær - og hønurnar tú ætlar at fáa tær kunnu gleða seg, og ikki at forgloyma alt tað í Skálavík tú hevur at tríva í.

Nei, ikki bera vit ótta fyri at tú kemur at keða teg.

Andrias góði, vit kunnu bara takka tær fyri øll hesi árini og ynskja tær alt gott í framtíðini - og nú mást tú ikki gloyma okkum heilt, men hyggja forbí av og á.


Starvsfólk á SL