Andri og Jonn Rói og liðfelagar teirra eru í niðaru hálvu

Þór og Fjølnir eru langt frá oddinum í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini

Millum føroyingarnir sum royna eydnuna í íslendskum hondbólti eru Jonn Rói Torfinsson og Andri Hansen.

 

Ígjár vóru liðini hjá teimum í næstbestu deildini fyri greiðum tapum.

 

Jonn Rói og liðfelagarnir í Þór Akureyri taptu á heimavølli 24-30 (12-14) fyri HK. Jonn skoraði eitt mál.

 

Andri Hansen og liðfelagarnir í Fjølni taptu á útivølli 23-32 (14-17) fyri ungdómsliðnum (eykaliðnum) hjá Selfossi. Andri var skrásettur fyri fimm bjargingar.

 

Liðini hjá Jonn Róa og Andri eru langt frá oddinum:

 

Støðan.

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1HK131210445:33125
2Víkingur13913414:36519
3Valur U12714365:34515
4Haukar U13616395:38413
5Fram U13616393:38913
6Fjölnir13445386:39912
7Þór Akureyri12426341:34210
8Selfoss U12417375:4199
9KA U11326332:3568
10Kórdrengir120012296:4120