Við honum á odda hevur HB eisini gjørt greitt, at tað framvegis ber til at rokna við teimum í føroysku landskappingini.
Talan var um einvegis ferðslu í Gundadali í kvøld. Talan var kanska ikki um so øgiliga væl skipað spæl, men HB hevur hevði tað mesta av tí, sum bjóðað var áskoðarunum.
Serliga var tað Andrew av Fløtum aum hevði nógv at bjóða uppá. Hann skeyt trý tey fyrstu málini í 4-0 sigrinum hjá meistarunum á uppflytarunum. Seinasta málið gjørdi Milan Kuljic.
Við hesum hava meistararnir staðfest, at teir enn ikki skulu avskrivast í oddastríðnum, og at tað var ein skilagóð avgerð at heinta málrevin heim úr Fremad Amager.










