Andrea Bocelli sang Italia í gongd

EM 2020: Tað var ein stórfingin setan, tá EM-endaspælið bleiv sett í kvøld

Andrea Bocelli sang Nessun Dorma so vakurt, at Italia vann heili 3-0 á Turkalandi í setanardystinum. Sjálv setanin var vøkur og rørandi, tá Andrea Bocelli sang Nessun Dorma og sendi minnini aftur til HM 1990, tá heiðurin fall til Luciano Pavarotti, sála.

 

Italia setti seg á spælið frá byrjan. Tað var bara hendinga ferð, at Turkaland megnaði at fáa fatur á bóltinum á hálvuni hjá vertunum, sum løgið nokk vóru gestir á pappírinum. Tí spældi Italia eisini í hvítum, heldur enn vanliga bláa búnanum.

 

Tað kom einki mál í fyrra hálvleiki, men upp til tríggjar ferðir vildu teir hava brotsspark, tí bólturin kom í hondina. Serliga triðju ferðina var hond á bóltinum, men eftir eina VAR-gjøgnumgongd bleiv staðfest, at hondin var í natúrligari støðu. Til HM-endaspælið í 2018 hevði hetta  verið dømt, men reglugerðin er broytt til fyrimuns fyri verjuspælaran.

 

##med2##

 

Italia kom á odda eftir 53 minuttir, tá Merih Demiral var óheppin og beindi eitt innlegg í egið mál. Eitt lítið korter seinni økti Ciro Immobile til 2-0. Áleyparin spælir til dagligt á olympiska leikvøllinum við Lazio.

 

Tíggju minuttir fyri tíð setti Italia punktum. Hesa ferð varð talan um eina gávu frá turkiska málverjanum, sum sendi bóltin beint út til italska liðið. Eftir tvær avleveringar endaði bólturin hjá Lorenzo Insigne, sum við sínum høgra beini úr vinstri, sendi bóltin í handara síðunet til 3-0.

 

Bólkur A:

 

Turkaland – Italia 0-3 (0-0)

 

0-1 Merih Demiral, 53 sjálvm

 

0-2 Ciro Immobile, 66

 

0-3 Lorenzo Insigne, 79