Málverjin hjá 07 Vestur metir, at AB er favorittur til at vinna dystin í effodeildini í kvøld. Tó undirstrikar Andras Gango, at teir fara eftir øllum trimum stigunum. Lagið hevur verið betur í hópinum, síðani teir vunnu 2-1 á KÍ í undanfarna umfari. Andras væntar tó ein strævnan dag í málinum, tí AB er eitt lið, sum kemur til nógvar málmøguleikar.
Dysturin á Argjum, sum Tróndur Arge fer at siga frá á Rás2, byrjar klokkan 18.
Undir myndini er ein samrøða við Andras Gango um dystin í kvøld.