Tað var ein vónsvikin Vinstra-leiðari, sum fyri løtu síðani viðgekk tapið til nei-síðuna.
Anders Fogh Rasmussen er skakkur av, at danir vrakaðu evruna í føðingini, og hann sigur, at ja-flokkarnir nú mugu umhugsað støðuna av nýggjum.
Hann vildi kortini ikki geva nøkrum ábyrgdina av tapinum hjá ja-síðuni, men at politikkararnir nú mugu líta frameftir.
Spurdur, um Vinstra vil vera vi<eth> til at atkvøða fyri búskaparligum inntrivum saman við stjórnini, segði Vinstra-formaðurin, at tað veldst um, hvussu marknaðurin háttar sær, nú danir hava sagt nei.