Andaligir tónar frá Rasmusi Lyberth á jóansøku

Størsta grønlendska tónleikanavnið gjøgnum tíðirnar Rasmus Lyberth, ein av heimsins mest andaligu sangarum, verður millum nøvnini á ársins jóansøkufestivali, hetta kunngjørdi festivalurin í morgun.


Festival summarið
 
Rasmus Lyberth gav fyri nøkrum fáum vikum síðan fløguna Asanaqigavit út, ein fløga, ið ikki bert er ognað, men eisini innblást av teimum báðum børnunum, ið Rasmus Lyberth og konan hava mist í móðurlívi. Fløgan er innilig og vøkur og fremst av øllum sera andalig í orðsins rætta týdningi. Tí er lagt upp til eina tónlistarliga risa uppliving á jóansøku, tá Rasmus Lyberth fer á pallin í Vági.
Asanaqigavit, merkir  okkurt í trá við við kærleika, ella tí tú hevur so nógvan kærleika, og tittul lagið hava tey bæði mistu børnini givið Rasmusi í eini dreymasjón. Missurin av børnunum var sera svárur og hevur fylt nógv í lívinum hjá Rasmusi og konuni. Men herfyri hendi okkurt Bæði børnini komu til mín og søgdu, at vit ikki skuldu vera kedd longur. Tey góvu okkum hendan sangin, tí vit høvdu so nógvan kærleika, sigur Rasmus.
Andalig er orðið, ið best lýsir alla tónlistarligu yrkisleiðina hjá Rasmusi Lyberth. Hann byrjaði at syngja, eftir, at hann á éinum skipi uttanfyri Finnland hitti andar, ið søgdu við hann, at hann skuldi verða sangari, og at hann skuldi eita Rasmus Lyberth. Somu andar hava fylt honum gjøgnum lívið, og tá hann gjørdist sera sjúkur fyri tveimum árum síðan, komu andarnir aftur til hann og bóðu hann halda fram sum tónleikari.
Á nýggju fløguni eru millum annað løg, ið Rasmus hevur skrivað gjøgnum árini. Millum annað lagið  Betlehem, ið hann upprunaliga skrivaði í sjeyti árunum, men sum hann tók framaftur eftir, at hann hevði sætt ísraelsmenn skjóta palestinabúgvar í Betlehem. Tá fólk skjóta hvør annan orsaka av trúarspurningum, tá vil eg ikki góðtaka tað longur, sigur hann.