Edith Mørkøre finna vit inni í snotuligu Midlon. Hon stendur og ráðgevur einum kunda inni í Inspiratión, har hon er leiðari. Edith er gift við Kristoffur, og eiga tey hundin Diva. - Tað er ein labradortík men hon er so maskulin, so vit góðu henni eitt feminint navn, sigur Edith.
Hvat gjørdi tú áðrenn tú byrjaði at arbeiða her? - Eg eri handilsútlærd í Timburhandlinum. Har starvaðist eg í átta ár. Seinastu seks mánaðirnar havi eg arbeitt í Casa.
Nær býrjaði tú her? - Eg havi arbeitt her í tríggjar vikur. Tá eg kom higar vóru hølini tóm, og síðani tá hava vit arbeitt sera langar dagar fyri at fáa alt upp at standa. Nógvir danir hava eisini verið her, og hjálpt okkum.
Hvussu nógv eru tað sum arbeiða her? Tað eru fýra sum eru knýtt at handlilnum. Men bara tvey sum arbeiða her fulla tíð.
Hvørjum hava tit selt nógv av nú í byrjanini? - Tilboðsvørurnar hava vit selt nógv av. Serliga kannan Alfi hava fólk næstan skrikt vekk.
Hvat ger tú so tá tú ikki arbeiður? - Tá máli eg listarverk.