ß Hvat heldur tú um hetta Ungdómstingið?
Eg haldi at tað er eitt sera gott hugskot, tí nú kann ungdómurin siga sína hugsan um ávís mál.
ß Hvørji mál á Ungdómstinginum hava havt tín størsta áhuga?
Málið um náttarbussarnar. Her varð skotið upp, at bussarnir koyra longur út á kvøldið og um náttina. Koma hesir bussar, so hevði eg heilt sikkurt brúkt teir.
ß Hvat dámar tær at ganga í skúla?
Mær dámar væl. Eg læri nógv, og tað er gott at kunna koma víðari í lívinum ávegis til eitt arbeiði í framtíðini.
ß Hvat gert tú í frítíðini?
Eg eri nógv saman við familjuni og vinunum. Vit ganga eisini til møtir í Meinigheitshúsinum í Havn og á Argjum.
ß Hvørjum vilt tú heilsa?
Eg vil fegin heilsa familjuni. Og so eina heilsan til vinkonuna Sigrid, sum fyllir 15 ár í dag, og hina vinkonuna, Sharin sum fyllir 15 ár ímorgin.