"Lykkepust fra Liverpool"

Nú um dagarnar kom út nýggj skaldsøga "Lykkepust fra Liverpool" eftir Bjarna Filholm Åkesson, sum annars er best kendur fyri sínar bøkur um føroyska og danska skipasøgu. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga, sum eisini gongur fyri seg í Føroyum

Skaldsøgan handlar um unga drongin Sverra, sum í 60-unum saman við familjuni flytur til Bornholm at búgva. Har møtir Sverri einum floksfelaga, Cedar, sum er sera tónleikaáhugaður og heilt bitin av The Beatles. Saman stovna teir báðir sítt egna píkatráðsorkestur, sum vísir seg at blíva ein "succes".
Í øllum hesum veksur Sverri upp í einum donskum bygdaumhvørvi, har tað ikki er lætt at ganga við langum hári og spæla nútimans píkatráðstónleik.
Bókin er ein áhugaverd tíðarmynd um ungdómin í 60-unum, tað sum tey hava at stríðast við og eisini tað, sum tey hugna sær við.

Í skaldsøguni vitjar Sverri eisini í Føroyum. Hann ferðast sjálvandi við ferðamannaskipinum "Tjaldur". Í einum broti stendur t.d."Sverri havde også tigget og bedt sine foreldre om at måtte tage sine sorte spidse hjemmedesignede beatles-sko med på rejsen, og faren og moren havde til sidst hovedrystende givet sig. Faren havde fornuftigt indvendt, at disse sko slet ikke var egnede til Færøenes landskaber, men drengen var ubøjelig. Han mente, at han ville kunne imponere de færøske piger deroppe med at se rigtig smart ud. Sådan kom det ikke til at gå".

Fyrsta skaldsøgan

Høvundurin var sjálvur ungur í 60-unum og virkin í tónleikalívinum á Bornholm. Skaldsøgan er tí eisini merkt av hansara egnu upplivingum.

Bjari Åkesson Filholm hevur skrivað fleiri aðrar bøkur, sum t.d. um ferðamannaskipið Tjaldur, sum var bygt á Aalborg Værft í 1953 og um Smiril, sum var bygdur í 1932, og bókina "Fire skibe med navnet Tjaldur", sum kom út í fjør. Eisini hevur hann skriva aðrar bøkur, sum eru givnar út av Forlaget Nautilus.
"Lykkepust fra Liverpool" er hansara fyrsta skaldsøga.

Bjarni Åkesson Filholm er føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri.
Familjan Filholm búsettist seinni á Bornholm, har Bjarni gekk í skúla og bleiv studentur í 1972. Hann lærdi til bókavørð á Danmarks Bibliotekshøjskole og bleiv útlærdur í 1976. Síðan hevur hann arbeitt sum bókavørður.