"Hvat er lívið" í Ebenezer

Havn: Hesar seinastu dagarnar hava tey ungu í samkomuni Ebenezer skipað fyri árligu ungdómsstevnuni undir heitinum "Hvat er lívið?"

Stevnan byrjaði hóskvøldið og heldur fram til sunnukvøldið. Umframt góðar sangkreftir úr Klaksvík, Eysturoynni og Havn, eru eisini fleiri talarar ymsastaðni frá á skránni.
Á talaralistanum eru Róland í Skorini og Gunnar Nielsen. Í kvøld fer Símun í Túni at tosa um at taka avgerðir fyri lívið, og seinnapartin sunnudagin fer føroyavinurin Tom Roberts at tala um høvuðsevnið fyri stevnuna, nevniliga tað at velja lívið.
Á møtunum verður eisini møguligt at hoyra ung vitna um Jesus og hvussu hann umbroytti teirra lív. Øll møtini eru almenn.