Summardagarnar er tað ein frøði at síggja børn á litføgrum súkklum spæla sær millum húsini: gleðiróp, glógvandi eygu og látur eykenna hetta spæl. At súkkla er ikki bara stuttligt, tað er eisini gott fyri likam og sál. Men, barnalátur kann skjótt gerast barnagrátur. Ein lítil steinpirra á vegnum, róðrið fer skeivt og so framav. Tíbetur er í flestu førum einans talan um skursl og blá merki. Verri er um armur ella bein brotnar.
Hinvegin, beinbrot vaksa í flestu førum aftur. Tað, sum ikki má henda er, at høvdið tekur. Tí kemur skaði á tað, kann hann vera óbótaligur. Tí er neyðugt at vera í hjálmi á súkklu - altíð! Og steinpirrurnar eru kanska minsti trupulleikin, verri er um komið verður fyri bil...
"Hjálmur er cool"
Í hesum døgum fáa øll børn, sum ganga í 1. flokki í Føroyum, hvør sín súkkluhjálm.
Hetta er 4. árið at skipað verður fyri tiltakinum "Hjálmur er cool". Sostatt hava slakir 3000 næmingar fingið súkkluhjálm hesi árini. Tað eru Kiwanis og Ráðið fyri Ferðslutrygd ? saman við sponsorunum, MBM, Føroya Sparikassa og Eimskip, sum skipa fyri tiltakinum. Endamálið er sjálvsagt at fáa øll at nýta hjálm á súkklu.