Kristian Vang er í læru sum timburmaður
Hvat gert til dagligt?
Eg eri lærlingur sum timburmaður, og vit smíða nøkur sethús uppi í Hoyvíkshagnum beint nú. Tað dámar mær væl
Hvat fert tú at gera í summar?
Eg fari á G! Festival, Summar Festival og Ólavsøku. So fari eg eisini ein túr av landinum. Annars fari eg bara at arbeiða.
Hvar fert tú?
Eg fari at vitja familju í Danmark. Eg verið vekk í tríggjar vikur, og tá skal eg bara slappa av og vera saman við familjuni. Og so kanska eg kundi funni upp á, at fari ein túr til Týsklands nú HM er.
Hvørjum heldur tú við?
Sum so nógv onnur, so haldi eg við Brasil. Men aftaná eg sá Spania spæla í gjár, so eri eg farin at dáma teir ótrúliga væl eisini. Tað var flottur fótbóltur, sum teir spældu.
Og hvør verður so heimsmeistari?
Tað verður helst Brasil, men teir fáa tað ikki nemt.
Hvørjum vilt tú heisla?
Eg vil gjarna heilsa Sverra, Sofus og Jacob og ynskja teimum góðan arbeiðshug, og biðja teir skikka sær pent, nú eg fari til Danmarkar í feriu.