Anand gjørdi stóran brølara

Magnus Carlsen vann annað talvið í dystinum um heimsmeistaraheitið, eftir at Viswanathan Anand í tíðarneyð gjørdi ein ordiligan brølara.

Magnus Carlsen hevur fingið eina frálíka byrjan upp á verju sína av heimsmeistaraheitinum móti indiska Viswanathan Anand.

 

Í gjár megnaði hann at spæla remis við svørtum og í dag sigraði hann við hvítum fólki á mótstøðumanninum.

 

Talvið í dag vardi 35 leikir og tók tríggjar tímar og 50 minuttir. Tað byrjaði heldur róliga, men umleið eftir leik 18 og 19 byrjaði at ridla hjá indaranum. Magnus Carlsen fekk eina lítla yvirvág, og legði stórt trýst á Viswanathan Anand.

 

Sum tíðin leið endaði indarin í tíðarneyð, sum ikki er nøkur ynskistøða, tá tú eisini stendur í verjustøðu. Tað kiksaði eisini hjá indaranum í 34. leiki, tá hann gav hvítu frúnni fría atgongd til 7. rað, haðani hon kundi veita hvíta rókinum stuðul. So skjótt sum Magnus Carlsen hevði flutt frúnna niðan á b7, rætti Viswanathan Anand hondina fram og ynskti honum til lukku við sigrinum.

 

Støðan er nú 1,5 - 0,5 til Magnus Carlsen. Í morgin er hvíludagin, men týsdagin á miðdegi bresta teir báðir saman aftur í Sotsji til triðja talvið.