Tað er Amy Fuglø, búsitandi í Kongsted, nærhendis Faxe, ið hevur skrivað bókina, sum eru endurminningar hjá mammu hennara Sigrid Fuglø.
Amy Fuglø var fødd í Danmark i 1943. Hon búði eitt tíðarskeið í Føroyum og arbeiddi sum barnafysioterapeutur á Skúlanum á Trøðni, tey árini hon búði í Havn frá 1968-1982. Hon var gift við Frits Jager, sum var lærari á Adventistaskúlanum. Tey eiga synirnar Robert, sum býr í Norra, og Tommy sum býr í Danmark.
Bæði foreldrini hjá Amy vóru fødd á Viðareiði, mamman Sigrid í 1915 og pápin Elenius í 1910, hann andaðist í 2001, 90 ára gamal. Foreldrini fluttu til Danmarkar í 1930-unum.
Tá mamman í 2006 fekk staðfest diagnosuna Alzheimers, avgjørdi Amy at taka sær tíð til at lurta eftir og skriva niður áhugaverdu søgurnar frá tí at mamman var ung á Viðareiði fyrst í 1900-talinum.
Mamman var egnavitni til lívið í Føroyum. Hon búði í norðastu bygdini í Føroyum, og tey livdu uttan elektrisitet, olju, gass, bilar og telefonir við kúm í kjallaranum, við seyði í haganum, fiski í havinum og torvi í haganum.
Bókin er um bøndur og fiskimenn og lívið við tuberklum, trúgv, samanhaldi, spjaðing og nógv ymiskt annað. Nógvar myndir eru í bókini, sum eisini er ein ættarsøga um familjuna.
Bókin er upp á 294 síður og verður at fáa í bókabúðunum í Føroyum. Hon er gjørd á forlagnum Underskoven: www.underskoven.dk










