Amnesty kunnar um sex og samtykki

Nýggja átakið er eitt samstarv millum Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannaráðið.

Aftur í ár verða umboð frá Amnesty International Føroyar við á G! festivalinum, sum verður hildin um vikuskiftið. 

 

 

Lív Patursson, virkandi aðalskrivari, sigur, at Amnsety International Føroyar fer at halda á fram við átakinum um samtykki, sum byrjaði í fjør, men leggur afturat, at eitt nýtt átak verður almannakunngjørt hósmorgunin. Nýggja átakið, sum eisini snýr seg um sex og samtykki er eitt samstarv millum Amnesty, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Almannaráðið. 

 

 

- Hetta verður sama tema sum í fjør, men í nú verður tað vinklað annarleiðis, sigur hon. 

 

 

Hon heldur, at tað er viðkomandi fyri Amnesty sum felagsskap at vera við á G! festivalinum og til onnur tiltøk kring landið. 

 

 

- Eitt aðalmál okkara er at vera sjónlig, og at vísa á at vit eru her, sigur hon.

 

 

Amnesty fer at hava ein bás á festivalinum, har festivalgestir hava møguleika at vitja og fáa kunning um arbeiði, sum Amnesty ger.

 

 

- Vit eru á staðnum og halda eitt vakið eyga við at mannarættindini verða vird og veita upplýsing. Tað er líka umráðandi sum tað er at fáa nýggjar limir ella at fólk dáma okkum, sigur hon.