Altjóða mannarættindadagin verður heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi 60 ár. Hetta fer Amnesty International, Føroya deild at hátíðarhalda við eini stórslignari og forvitinisligari konsert í Norðurlandahúsinum.
Á konsertini luttaka ein røð av okkara navnframastu tónleikarum. Nøvnini vera: Guðrið Hansdóttir, Lena Anderssen, the Ghost og ORKA.
Sjónleikarar frá Ólavsøkukabarettini 2008 og leikbólkinum Huðrar fara at lesa upp søgur hjá samvitskufangum og á annan hátt seta sín dám á tiltakið.
Listarmenninir úr Scrub Art fara eisini at vera við til at gera tiltakið til nakað heilt serligt við at prýða Norðurlandahúsið við list, sum er gjørd til høvið.
Konsertin er liður í heimsumfatandi tónleikarlistarliga tiltakinum Small Places Tour, sum Amnesty skipar fyri í sambandi við 60 ára hátíðarhaldið hjá heimsyvirlýsingini. Talan er um 700 konsertir í 53 ymiskum londum í tíðarskeiðnum 10. september til 10. desember. Millum luttakararnar í Small Places Tour eru víðagitnir tónleikarar sum R.E.M., U2 og Peter Gabriel.
Konsertin í Norðurlandahúsinum byrjar kl. 20 og kostnaðurin er 150 kr.
Atgongumerki fáast á www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovunum.










