Amerikonsk tyrla skeyt og drap menn sum lupu á Mærsk-skip

Mærsk sigur nú, at skip hjá reiðarínum ikki sigla gjøgnum Reyða Havi næstu 48 tímarnar eftir fleiri álop

 

Bingjuskipið »Maersk Hangzhou«, sum í gjár varð rakt av eini rakett í Reyða Havinum, var í morgun álopið av houthiarum, sum ætlaðu at sleppa umborð. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mærsk-skipið, sum í gjár varð rakt av eini rakett í Bab al-Mandeb-sundinum, var fyri eini álopsroynd í morgun, tá houthiarar í fýra smærri bátum royndu at sleppa umborð á skipið.

Tað upplýsir hernaðarliga aðalleiðslan hjá USA, Centcom, sambært tíðindastovuni Reuters.

Centcom fekk í morgun klokkan 06.30 lokala tíð eitt neyðarkall frá manningini á bingjuskipinum "Maersk Hangzhou".

Manningin umborð á smáu bátunum skutu við hondvápnum ímóti skipinum. Tey sluppu inn um 20 metrar frá skipinum. Málið var eftir øllum at døma at koma umborð á bingjuskipið.

Tyrlu frá amerikanska herunum svaraðu skotunum og søktu tríggjar av teimum fýra smáu bátunum og drupu manningina. Tann fjórði báturin megnaði at flýggja úr økinum, skrivar Reuters.

Fyri at meta um trygdarstøðuna í økinum og kanna hendingina nærri, hevur Mærs valt ikki at sigla gjøgnum Reyða Havið næstu 48 tímarnar.

Tað skrivar Mærsk í skrivligum boðum til Ritzau.

Í boðunum upplýsir reiðaríið afturat, at eingin av manningini á Mærsk-skipinum hevur fingið skaða í álopunum í gjárkvøldið og í morgun.

Danska stjórnin segði annars fríggjadagin, at hon ætlar at senda ein danska fregat í Reyða Havi. Tað er sum liður í átakinum, sum Amerika hevur settí verk at verja altjóða skipaferðsluna.

Houthiararnir stuðla Hamas í stríðnum ímóti Ísrael. Houthiararnir siga, at teir leypa á øll skip við sambandi við ísraelsk áhugamál.

/ritzau/

 

 

Bingjuskipið »Maersk Hangzhou«, sum í gjár varð rakt av eini rakett í Reyða Havinum, var í morgun álopið av houthiarum, sum ætlaðu at sleppa umborð. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix