Týskvøldið 6. novembur vendir MFS kikaranum móti Amerika, tá amerikonsku veljararnir avgera, hvør skal verða forseti í USA tey næstu fýra árini.
MFS skipar fyri einum tiltakið í Føroyahúsinum i Keypmannahavn í samband við amerikanska forsetavalið. MFS sigur á Facebook, at tey fara afturum valið við trimum USA-áhugaðum serfrøðingum, kanna val-pulsin við fólki á staðnum og senda beinleiðis frá valinum alla náttina.
-Vit seta amerikanskan dám á kvøldið og borðreiða amerikanskan mat til ein bíligan penga, skrivar MFS.
Serfrøðingar fara at viðgera hesar spurningar:
- Hvussu er politiska skipanin í USA sett saman og hvussu virkar hon? v/ Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingi
- Hvørji eru høvuðsevnini til forsetavalið í ár? Hvat hevur eyðkent amerikanskan politikk seinastu fýra árini? v/ Heina Kristiansen,
bachelor í International Business and Politics
- Hvønn týdning hevur búskaparkreppan fyri valið, og hvussu hevur hon ávirkað valdysin? v/ Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingi
Dyrnar lata upp klokkan 21 og fyrsta upplegg verður klokkan 21.30, og hildið verður á til klokkan 06.