Alt bendir á, at danska fótbóltsfelagið Brøndby fer at amerikanskar hendur.
Brøndby IF upplýsir soleiðis í boðum til danska virðisbrævabørsin, at Global Football Holding hevur sett fram tilboð um at keypa partabrøv i Brøndby IF.
– Global Fottball Holdings fer at seta fram eitt treytað keypstilboð til partaeigararnar í Brøndby IF, skrivar Brøndby.
Við hesi sølu verður Gloal Football Holdigs størsti partabrævaeigari í Brøndby IF við ognarluti upp á beint oman fyri 50 prosentum av partabrøvunum.
Núverandi høvuðspartaeigarin, Jan Bech Anderseon, verður næststørsti partaeigari og heldur fram sum formaður, verður sagt.
Scott McLachlan, sum er Gobal Head of Fottball í Global Football Holdings, leggur dent á, at tey vilja føra Brøndby víðari í anda felagsins.
– Brøndby IF er eitt felag við serligum samleika, hevur fastar røtur í lokalsamfelagnum og hevur ótrúlig viðhaldsfólk, sum skapa eitt serliga huglag til hvønn einasta dyst, sigur Scott McLachlan í boðunum, sum eru send virðisbrævabørsinum og heldur fram:
– Vit vilja føra hendan arv víðari við ikki bara at gera íløgur í liðið og umstøðurnar, men eisini í lokalsamfelagið fyri at skapa positivar broytingar í vøllinum.
– Vit fara í eitt langtíðar parlag við Jan og felagið fyri at seta kósini hjá Brøndbyt IF til støðugt at kappast um danska meistaraheitið og Uefa kappingar.
Brøndby hevur boðið til tíðindafund í dag klokkan hálvgum eitt.
/ritzau/











