Ómannaða rúmdarfarið, sum eitur Odysseus, hjá amerikanska felagnum Intuitive Machines er í nátt lent á Mánanum.
Tað skrivar amerikanska rúmdarfelagið Nasa á sosiala miðlinum X.
Talan er um fyrstu mánalending síðani astronautarnir frá Apollo 17-sendiferðunum stigu á Mánan fyri seinastu ferð fyri meira enn 50 árum síðani í 1972, skrivar tíðindastovan dpa.
Sambært dpa er tað harumframt talan um fyrstu privatu ferð nakrantíð, sum er eydnast við at lenda á Mánanum.
– Eg veit, at tað hevur verið neglabítandi, men vit eru á yvirflatuni, og vit hava samband, sigur Steve Altermus, sum er aðalstjóri í Intuitive Machines.
– Vælkomin á Mánan.
Mánalendarin rakk Mánanum umleið klokkan 18.23 amerikanska tíð, klokkan 23.23 okkara tíð.
Tað verður hildið sambært Reuters, at rúmdarfarið lendi nærindis goskoppinum Malapert, sum liggur nærindis suðurpóli Mánans. Hetta var eisini staðið, har ætlanin var at lenda.
Farið varð sent upp í síðstu viku av rúmdarstøðini Cape Canaveral í statinum Florida.
Tað var sent avstað við einin Falcon 9-rakett, sum rúmdarfelagið hjá Elon Musk, SpaceX, hevur bygt.
Odysseus er bygt við seks beinum, og umborð er eru fleiri tól, sum skulu hjálpa Nasa við at savna data um Mánan, áðrenn rúmdarfelagið aftur fer at senda fólk á mánan fyri fyrstu ferð síðani 1972.
Tað hevur bara eydnast fimm londum við at fáa rúmdarfør at lenda á Mánanum.
Tað snýr seg umframt USA um fyrrverandi Sovjetsamveldið, Kina, India og at enda Japan, sum í januar fekk eina mánalending at eydnast.
USA er einasta landi, sum hevur havt fólk á Mánanum. Tað hendi fyrstu ferð í 1969 og helt fram í fleiri umførum næstu trý árini undir Apolle-verkætlanini.
Fyri seks vikum síðani miseydnaðist ein roynd við einum øðrum rúmdarfari – nevnt Peregrine. Tað brann upp í atmosferuni yvir Kyrrahavinum, eftir at »vitalar funktiónir« umborð sviku, segði felagið, sum skipaði fyri.
Peregrine varð eisini sent við ætlan um at lenda á Mánanum.
/ritzau/

Your order was delivered… to the Moon! ??@Int_Machines' uncrewed lunar lander landed at 6:23pm ET (2323 UTC), bringing NASA science to the Moon's surface. These instruments will prepare us for future human exploration of the Moon under #Artemis. pic.twitter.com/sS0poiWxrU
— NASA (@NASA) February 22, 2024