- Amerikanararnir javnaðu hús nummar 7 og hús nummar 9 við jørðina, men Saddam Hussein og næstringar hansara vóru í nummar 11. Eg skilji ikki, hvussu amerikanararnir kundu mistaka seg, sigur Muhammad al-Bana, sum sjálvur býr í somu gøtu.
Álopið á tey bæði húsini í Bagdad var byrjanin til kríggið í Irak. Amerikansk flogfør tveittu fýra serliga sterkar bumbur eftir húsunum, sum vórðu fullkomiliga oyðiløgd. Amerikanskir talsmenn vildu vera við, at bæði Saddam Hussein og næstringar hansara vóru í øðrum húsunum, men seinni viðgingu bretskar fregnartænastukeldur, at einaræðisharrin var sloppin undan álopinum á lívi. Harafturímóti kostaði álopið 14 sivilfólkum lívið.
Mohammad al-Bana sigur, at húsini nummar 11 høvdu staðið tóm í fleiri mánaðir, men at onkur hevði leigað tey nakrar fáar dagar undan álopinum.
-Tað var tey húsini, amerikanararnir skuldu bumba, tí har helt Saddam fund. Ístaðin bumbaðu teir hini húsini, men har búðu vanlig fólk, sum eg kendi, sigur Mohammad al-Bana.