Amerikanskir hermenn skutu afghanskar løgreglumenn

Afghonsku myndugleikarnir siga, sjey løgreglumenn doyðu í skotbardaga við amerikanskar hermenn í nátt

- Orsakað av einari misskiljing lupu teir amerikonsku hermenninir á eina løgreglustøð í Nangarbar við tý syrgiliga úrsliti, at sjey av okkara monnum doyðu, segði løgregluovastin, Zemarai Bashary, við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann legði afturat, at fimm aðrir løgreglumenn vórðu særdir.

 

Ein talsmaður hjá afghanska herinum vildi vera við, at amerikanararnir høvdu søkt at løgreglustøðini í einum álopi, sum sá út til at vera væl fyriskipað, men ein amerikanskur yvirmaður vildi harafturímóti vera við, at teir amerikonsku hermenninir blivu álopnir.

 

- Okkara hermenn vóru á veg at gera eina húsarannsókn, tá teir vórðu álopnir, og teir høvdu ikki annað í at velja enn at skjóta afturímóti, segði amerikanski yvirmaðurin.