Bæði amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, og amerikanskir heryvirmenn hava sagt, at 75. amerikanska Ranger-herdeildin var ovfarin av teirri hørðu mótstøðuni, hermenninir møttu.
Bretska blaðið The Independent skrivar, at amerikansku hermenninir vóru alt ov illa kunnaðir, áðrenn teir vórðu sendir til eina leið við býin Kandahar. Teir komu í harðan bardaga við Taliban-hermenn og noyddust at taka seg aftur í skundi, skrivar blaðið.
Ein Chinock-tyrla, sum skuldi bjarga hermonnunum, misti ein part av beinunum og noyddist at neyðlenda.
Beint eftir álopið segði amerikanska verjumálaráðið Pentagon, at álopið hevði eydnast væl, og amerikanskir og evropeiskir politikarar søgdu hetta vera byrjanina til beinleiðs bardaga við Taliban. Men veruleikin var ein annar og noyddi bæði amerikanskar og bretskar heryvirmenn at endurskoða sínar ætlanir, skrivar The Independent.
- Sambært frágreiðingunum frá fregnartænastunum var tað ein løtt uppgáva at leypa á við Kandahar. Men Ranger-hermenninir varnaðust skjótt, at Taliban-hermenninir stríddust væl. Teir dugdu eisini væl at skipa seg til mótálop við tí úrsliti, at amerikansku hermenninir visti sær eingi onnur ráð enn at taka seg aftur, sigur ein kelda í bretsku fregnartænastuni við The Independent.
- Tað undraði summar okkara, at royndir amerikanskir heryvirmenn undirmettu evnini hjá afghanunum. Teir hava jú stríðst seinastu 20 árini, sigur keldan við blaðið.
Endurskoða ætlanir
Eftir tað miseydnaða álopið við Kandahar hava amerikansku og bretsku heryvirmenninir ásannað, at neyðugt er við fleiri hermonnum í hvørjari deild, um fleiri álop skulu setast í verk.
Amerikanska herleiðslan var sambært The Independent skelkað, tí álopið við Kandahar minti herleiðsluna á eina líknandi atsókn í Somalia í 1992, sum kostaði 18 amerikanskum hermonnum lívið.
Eiosini ta ferðina hevði amerikanska fregnartænastan undirmett mótstøðuevnini hjá mótpartinum.
(Fartekst)