Tað upplýsti amerikanski herurin í gjár sambært tíðindastovuni Reuters.
Fyrst varð sagt, at eingin hermaður hevði fingið skaða.
– Meðan eingin amerikanskur hermaður doyði í iranska álopinum 8. januar á Al-Asad-flogstøðini, so eru fleiri viðgjørdir fyri sjúkueyðkenni fyri heilaskjálvta frá spreinginini, segði Bill Urban, kapteinur, sum er talsmaður fyri herin, í eini fráboðan.
Irakiska álopið á Al-Asad-flogstøðini var hevnd fyri, at USA frammanundan hevði dripið iranska herovastan Qassem Soleimani í einum dronuálopi í Bagdag.
/ritzau/