Amerikanski uttanríkisráðharrin møguliga til Grønlands

Í samrøðu við Sermitsiaq vil grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, hvørki vátta ella avsanna søgurnar um, at amerikanski uttanríkisráðharrin kemur á vitjan í Grønlandi.

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, verður í Íslandi í døgunum, 19. og 20. mai, har hann skal verða við á fundi í Arktiska Ráðnum. Á fundinum verður eisini grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg.

 

Í samband við vitjanina hjá amerikanska uttanríkisráðharranum í Íslandi, er ætlanin, at Antony Blinken eisini skal til Danmarkar at hitta danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod.

 

Tað skrivar Berlingske, og tað skrivar eisini ein amerikanskur journalistur á Tvitter.

 

Sum skilst á Sermitsiaq, ganga søgur nú um, at amerikanski uttanríkisráðharrin ætlar sær at leggja leiðina fram við grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Men, hetta vilja hvørki danska uttanríkisráðið, ei heldur grønlendskir myndugleikar vátta.

 

Í einum svari til Sermitsiaq sigur grønlendska uttanríkisráðið, at amerikanski ráðharrin altíð er vælkomin til Grønlands, og at grønlendski landsstýrismaðurin, Pele Broberg, gleðir seg til at hitta Antony Blinken á fundinum í Íslandi.

 

- Men, Pele Broberg kann hvørki vátta ella avsanna, at amerikanski uttanríkisráðharrin kemur til Grønlands í nærmastu framtíð, ljóðar skrivliga svarið úr grønlendska landsstýrinum.