Í vikuni hevði amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, og maður hansara, Dr. Stephen De Vincent, eitt garden party í sambandi við amerikanska frælsisdagin, har teir m. a. bjóðaðu øl frá Føroya Bjór.
Tað serstaka við veitsluni hjá amerikanska sendiharranum í Keypmannahavn hesaferð var, at hann gav fólki høvið at royna Black Sheep frá Føroyar Bjór – og væl dámdi fólki løgin. Føroyska Merkið stóð undir liðini av Stars And Stripes, og sendiharrin nevndi Føroya Bjór í røðu síni.
Amerika er sera stórur marknaður fyri føroyskan laks, og tí er sum vera man umráðandi, at føroyingar røkja føroysk-amerikonsk áhugamál.
Tiltakið hjá Føroya Bjór varpar bæði ljós á Føroya Bjór og er við at menna tey góðu sambond millum USA og Føroyar.
Myndirnar niðanfyri eru frá veitsluni hjá Rufus Gifford, sendiharra, sum á vitja í Føroyum fekk smakkin fyri Føroya Bjór.