Amerikanararnir eru verri

Amerikansku hermenninir í Irak verða lagdir undir at nýta óneyðuga harða framferð ímóti irakskum sivilfólki

Irak
Árni Joensen:

Sunnukvøldið fór amerikanski herurin í Irak undir eitt átak ímóti teimum, sum seta seg upp ímóti hersetingarvaldinum. Hermenninir framdu fleiri húsarannsóknir, og nógv fólk vórðu tikin.
Málið við átakinum er at fáa bilbukt við bólkar, sum framvegis gera mótstøðu ímóiti amerikansku hermonnunum tveir mánaðir eftir, at Bagdad fall. Mótstøðan hevur verið serliga hørð í økinum norðan og vestan fyri høvuðsstaðin, og fleiri amerikanskir hermenn eru deyðir og særdir í álopum.

Eygleiðarar siga, at amerikanarar hava ongantíð verið so illa umtóktir í Irak sum nú, og fleiri fjølmiðlar skriva, at amerikansku hermenninir nýta óneyðuga harða framferð ímóti irakska fólkinum.
Eygnavitni hava greitt frá, at amerikansku hermenninir leggja kvinnur og børn í hondjørn, og at fleiri fólk eru deyð, tí amerikanararnir hava sýtt teimum læknahjálp, skrivar tíðindastovan AP. Hetta avsannar herleiðslan.
Í býnum Falluja norðan fyri Bagdad rannsakaðu amerikansku hermenninir fleiri hús og tóku fleiri fólk gjáranáttina.
- Sjálvt ikki Saddam Hussein gjørdi slíkt ímóti okkum. Vit eru sloppin undan einum trupulleika, men hava fingið ein annan, sum er uppaftur verri, segði tann 60 ára gamli Jassim Ali Mohammed við AP í gjár.