Amerikanarar eru skelkaðir av nøkrum myndum úr Irak, sum sjónvarpið CBS vísti mikukvøldið.
Ein av myndunum var av einum iraka, sum amerikanararnir høvdu tikið til fanga. Maðurin stóð uppi á einum kassa. Nakrir leidningar vóru festir í høvdið á honum, og frá hermonnunum fekk hann at vita, at datt hann av kassanum, fóru teir at avrætta hann við elektriskum stoyti.
Á øðrum myndum høvdu nakrir irakar fingið boð um at leggja seg oman á hvør annan. Teir skuldu látast, sum kystu teir hvør annan á munnin, og amerikonsku hermenninir flennandi stóðu og hugdu at.
Tilburðurin var í einum gomlum fongsli hjá Saddam-stýrinum, og myndirnar hava eisini skelkað amerikonsku herleiðsluna.
- Vit eru skelkað. Hetta eru hermenn, sum vit arbeiða saman við hvønn dag. Teir umboða okkum og ganga í sama búna sum vit. Teir hava svikið sínar felagar, segði Mark Kimmitt, sum er talsmaður hjá amerikanska herinum.
- Vit vænta, at fíggindin fer væl við okkara hermonnum, verða teir tiknir fangar, men ganga vit ikki undan sum eitt gott fordømi, kunnu vit ikki krevja annað av øðrum londum, legði talsmaðurin afturat.
Tilburðurin varð avdúkaður, tá ein amerikanskur hermaður kærdi seg um atburðin hjá sínum feløgum. Málið hevur verið til kanningar síðani, og seks hermenn koma fyri ein krígsrætt, sigur CBS.









