Picturing America er ein verkætlan, sum gevur næmingum og borgarum høvi til at læra um amerikanska søgu ígjøgnum amerikanska list. Framsýningin, sum varð avdúkað av táverandi forsetanum, George W. Bush í 2008, hevur verið at sæð á fleiri enn 75.000 skúlum, bókasøvnum, listasøvnum og øðrum stovnum kring USA.
Listarligur arvur
Nú fáa so eisini føroyingar høvi at síggja hendan amerikanska listaarvin, har bæði málningar, høggmyndir, arkitekturur, handverk og foto bjóða eldri sum yngri eitt innlit í eyðkennini, hugmyndirnar og dreymarnar í stóra landinum vestan hav. 40 endurskapaðar myndir í bestu góðsku av týðandi amerikanskari list eru grundarlagið undir gransking av amerikanskari mentan, politikki og søgu gjøgnum tíðirnar á ein nýggjan og áhugaverdan hátt, verður sagt í skrivi frá Listasavninum
Picturing America er sett saman av National Endowment for the Humanities (NEH) í samstarvi við American Library Association. NEH er ein sjálvstøðugur grunnur undir amerikansku stjórnini, ið skal fáa pening til vega fyri at stuðla gransking, undirvísing, varðveitslu og almennum verkætlanum í hugvísindi.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 12. mars kl. 17.00 í Listaskálanum í Gundadali. Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Laurie S. Fulton, setir framsýningina.
Føroya Bjór borðreiðir við nýggjum amerikanskum leskidrykkjum á ferniseringini, tá eisini føroyska Nashville-countrystjørnan Hallur Joensen við bólki hevur framførslu.
Mynd (freedom of speech)
Freedom of Speech, The Saturday Evening Post 1943; Norman Rockwell (1894-78)
Mynd (Selma to Montgomery)
Selma-to-Montgomery March for Voting Rights in 1965; James Karales (1930-2002)










