Amerika: Bjargar fíggjarvinnuni

Uppskotið til bjargingarætlan fyri tann amerikanska fíggjarheimin, kom uppá pláss í nátt.

Kongressin er tilreiðar at koma við uppskotinum um bjargingarætlan av amerikanska fíggjarheiminum, íalt verða 3600 milliardir krónur lagdar á borðið. Uppskotið skal fínpussast, áðrenn tað verður lagt fram.

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Henry Paulson hevur í nátt, saman við topppolitikarum, fundast fyri at fáa avtaluna í lag, uppskotið gongur út uppá, at seta ein sera sterkan grunn á stovn, sum skal verða bjargingarbeltið hjá amerikanska fíggjarheiminum.

Enn er ikki greitt, nær amerikansku tingskipanirnar skulu greiða atkvøðu um bjargingarætlanina.

-Vit koma við eini frágreiðing seinni í dag, sigur leiðarin hjá demokratunum, Harry Reid.