Amatørar á hægstu rók

Hvør er politiska hugsjónin aftanfyri at birta stríð við fremstu samstarvslond okkara, bjóða ivasomum spekulantum og stráðmonnum til ( makrel ) borðs og stuðla misbrúki av útlendskari arbeiðsmegi?

Uttanlandsnevndin viðgjørdi makrelin, nýggjasta tilfeingið føringa, bæði leingi og væl. Tilmælið til landsstýrismannin var nærum einmælt, tíðin og álvarsemið í málinum viðvirkaðu til, at menn boygdu seg og funnu saman tvørturum floksmørk.

Eftir øllum at døma var alt til fánýtis, nú totalt hugsjónarloysi tykist hava avloyst vanligt vit og skil.

Sjálvandi skal høvuðsstavnhaldið verða, at makrelurin verður maximalt viðgjørdur og virðisøktur av føroyskum hondum- og at virðisøkingin kemur føroyska samfelagnum til góðar. Hagtølini vísa, at fleiri enn 3000 føroyskar hendur leingjast eftir arbeiði, men hvat hendir?

Jú, bráddliga vita heimsins fremstu spekulantar alt um Føroyar, og stuðlaðir av ”altíð- tilreiðar strámonnum” leggjast teir á grunnarnar okkara. Herar av undirløntum fremmandum standa til reiðar, við vælsignilsi landsstýrisins, at virka virðir okkara, meðan fleiri enn túsund føringar mugu lata sær lynda at troyta teir grunnar, sum verða umsitnir av arbeiðsloysisskipanini.

At teir fáu føringar, sum verða tvangsbjóðaðir umborð á hesi útlendsku ( ! ) skipini, sum umgirða land okra sum ravnur um deyðsseyð, eisini fáa undirløn, ger bert sorgarleikin og skommina enn størri.

Hvussu leingi tolir ein tjóð at verða stjórnað av amatørum?

Eitt er vist, hesir summardagar ár 2011 hava váttað fyri føringum, at tjóveldi hevur onga nýtuliga nýhugsan at bjóða.