Fyrr í mánaðinum fylti Amariel Norðoy 75 ár, og í tí sambandi verður serstøk føðingardagsframsýning á Galarie Focus í Havn. Framsýningin letur upp í dag.
Ætlanin var, at Amariel á føðingardegnum skuldi lata framsýning upp og halda føðingardag, men koronusmittan forðaði fyri tí. Amariel er búsitandi í Keypmannahavn, og hann verður ikki við til framsýningina í dag.
43 málningar eru við á framsýningini. Ein partur av teimum ferðast framvegis kring evnið »Útróðrarbørn, sálmar lívsins«, sum Amariel hevur brúkt nógva tíð og orku til at viðgera gjøgnum árini. Hesin partur av listini umrøður umstøðurnar í uppvøkstrinum hjá Amariel í Klaksvík, tá ið útróðrarbáturin Norðan var lívsgrundarlagið hjá familjuni.
Framsýningin við verkunum hjá Amariel Norðoy letur upp í Galarie Focus í dag kl. 15:00.