Alvápnaðir franskir hermenn umborð á fyrrverandi Borðoyarnesi

Eitt stórt franskt herskip fylgir nú fyrrverandi saltfiskalínubátinum Borðoyarnesi úr Klaksvík inn til fronsku oynna Réunion. Skipið skal hava fiskað ólógliga. Við skipinum eru fleiri føroyingar, teirra millum skiparin.

Eitt stórt franskt herskip fylgir nú fyrrverandi saltfiskalínuskipinum Borðoyarnesi frá fiskileiðunum í Suðurindiskahavinum til fronsku oynna Reunion. Seks alvápnaðir hermenn eru umborð á skipinum fyri at hava eftirlit við øllum. Við fyrrverandi Borðoyanesi eru fleiri føroyingar og skiparin sigst eisini at vera føroyingur.


Sosialurin hevur fingið upplýst frá sera álítandi keldum, at skipið varð tikið av fronsku sjóverjuni, tá tað hevði havt tvær setur eftir Patagonian Toothfish, helst ólógliga innan fyri 200 fjórðinga franska territorialmarkið.


Hóast manningin er undir strongum eftirliti av fronsku hermonnunum hevur Sosialurin frætt, at tað hevur eydnast einum av manningini at ringja heim til Føroya og siga frá, at teir eru tiknir og á veg til oynna Reunion, sum liggur eystan fyri Madagaskar.


Tað er ikki greitt, hvør eigur fyrrverandi Borðoyranes, men tað skilst, at talan er um áhugamál bæði í Føroyum, Noregi og í Hongkong. Høvuðseigararnir eru úr Noregi.


Fyrrverandi Borðoyarnes er bert eitt av fleiri skipum, sum troyta ríku og nýggju fiskileiðirnar í suðurindiska havinum. Skipið hevur fleiri ferðir avreitt á oynni Mauritius.


Tað er nakrir mánaðir at eitt norskt skip við einum føroyingi sum skiparia varð tikið av fronsku sjóverjuni og ført til Reunion. Skiparin Sigmundur Andreasen ur Vági hevur nú verið á oynni í fýra mánaðir, meðan sakarmál verður fyrieikað. Passið er tikið frá honum, og hann sleppur tí ikki av oynni.


Sosialurin hevur skilt, at danski uttanríkismálaráðharin nú hevur lagt seg út í málið eftir áheitan frá føroyska fólkatingsmanninum Jóannesi Eidesgaard.