Í døgunum 5. og 6. oktober í ár verður ein altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum í Havn um kóp og hval sum burðardyggar føðikeldur. Tað er Nammco, sum skipar fyri í sambandi við, at felagsskapurin hevur 30 ár á baki í ár. Nammco er felagsskapurin, sum umsitur havsúgdjór í Norðuratlantshavi og limalondini eru Føroyar, Noreg, Ísland og Grønland. Endamálið er, at hvalaveiðan og kópaveiðan skal vera burðardygg í samsvari við heimsmálini hjá ST.
Á ráðstevnuni verða veiðifólk, politikarar, vísindafólk, kokkar og fjølmiðlar og har verður dentur lagur á kop og hval sum burðardyggar føðikeldur, bæði nú og í framtíðini. Nammco sigur í eini fráboðan um ráðstevnuna, at strandarlond hava gagnnýtt havsins súgdjór í øldir og at nógv hvalasløg og kópasløg eru so væl fyri, at stovnarnir tola eina ávísa veiði. Tað eru minst 85 sløg av hvali og kópi, sum verða gagnnýtt til matnað í yvir 100 londum runt um í verðini.
Á ráðstevnuni verður eitt serligt tiltak, har altjóða kokkar fara at vísa, hvussu hvalur og kópur verður havdur til matnað í ymsum londum, og teir fara eisini at vísa, hvussu tvøst og spik kann brúkast í eini nýskapandi og nútímans matmentan.