Altjóða ráðstevna í Føroyum um hval og kóp sum matvøru

Á ráðstevnuni vera veiðifólk, kokkar úr fleiri londum, embætisfólk, vísindafólk, og onnur

Teir báðar dagarnar, 5. og 6. oktober í ár skipar NAMMCO fyri altjóða ráðstevnu og gastronomi-tiltakið í Føroyum. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á hval og kóp sum burðardygga matvøru. NAMMCO er nevndin, sum umsitur havsúgdjór í Norðuratlantshavi og ráðstevnan er fyri at hátíðarhalda, at tað nú eru 30 ár síðani, at hon varð sett á stovn.

 

Á ráðstevnuni luttaka eitt nú veiðifólk, kokkar úr fleiri londum, embætisfólk og vísindafólk, sum fara at viðgera tann týdning, havsúgdjór hava sum mattilfeingi og tann týdning tey hava fyri í matmentanum í Norður Atlantshavinum - og kring heimin. Á ráðstevnuni fara tey at viðgera, hvussu havsúgdjór verða veidd og tey fara at viðgera, hvønn týdning hugtakið, matvørutrygd, hevur í einum heimi við vaksandi fólkatali.

 

– Umhvørvisligi, sosiali, mentanarligi og búskaparligi týdningurin av at veiða havsúgdjórum fara at verða umrøddir, og tey fara eisini at tosa um heilsuligar fyrimunir, og vansar, við at eta havsúgdjór. Í túsundtals ár hava samfeløg kring heimin veitt havsúgdjór til matna. Nógvir hvala- og kópastovnar kring heimin eru væl fyri og tað ber væl til at gagnnýta stovnarnar í eini skipaðari veiðu – og samstundis er hetta umhvørvisvinarligt mattilfeingi við lítlum útláti av vakstrarhúsgassi. Í minsta lagi 85 ymisk sløg av hvali og kópi verða etin í yvir 100 londum kring heimin, siga fyrireikararnir.

 

Ein partur av ráðstevnuni verður eitt serstakt mat-tiltak hóskvøldið 6. oktober, har kokkar úr Føroyum, Noregi, Kanada, Grønlandi, Íslandi og Japan, fara at borðreiða við hvali og kópi og vísa, hvussu tey gera mat úr hvali og kópi í ymsum londum, og hvussu havsúgdjór kunnu nýtast í nýhugsandi matgerð.

 

Janus Einar Sørensen stendur á odda fyri mat-kvøldinum. Ein annar kokkur, sum er við, er Inunnguaq Hegelund, sum var ársins kokkur í Grønland 2009, 2012 og 2015. Ein annar kokkur, er Gunnar Jansen, høvuðskokkur á Mathallen í Tromsø, og ársins kokkur í Noreg 2017. Stefán Úlfarsson, sum eigur, og er høvuðskokkur, á Þrir Frakkar í Reykjavík, er somuleiðis við, og tað verður Benoit Lenglet frá The Culinary Institute í Montreal, Kanada, eisini.

 

Ráðstevnan er almenn, men tað kostar 1.000 krónur fyri yrkisfólk at vera við og onnur rinda 500 krónur, og tá er gastronomi-kvøldið er við í prísinum.