Dómarar í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg og limir í landsgrunsnevnd Sameindu Tjóða verða millum undirvísarar á serligum summarskeiði á Fróðskaparsetrinum.
- Jú, áhugin er sera stórur. Vit hava eitt nú fingið umsóknir úr Fiji, Malaysia, Sri Lanka, Brasilia, USA og Nicaragua.
Tað sigur Bjørn Kunoy, sum er ein av stigtakarunum til serliga skeiðið um vísindalig og altjóðarættarlig atlit í tilknýti til landgrunnin.
Í summar skipar Bjørn Kunoy, saman við Martin V. Heinesen, fyri altjóða summarskeiði á Fróðskaparsetrinum. Martin V. Heinesen er jarðfrøðingur og hevur síðani á sumri í 2012 verið limur í serligu Landgrunsnevndini hjá ST, sum ásetir mørkini millum heimsins lond. Afturat sær hava teir jarðfrøðingin Finn Mørk, sum eisini telist millum skeiðshaldararnar.
- Tað, sum vit serliga leggja okkum eftir á skeiðnum er samspælið millum tekniska partin við jarðfrøðini og løgfrøðisliga partin. Hetta eru faktorar, sum báðir hava sera stóran týdning, tá markið skal setast millum tvey ella fleiri lond, sigur Martin V. Heinesen.
Skeiðið, ið ber heitið Summer Academy on the Continental Shelf (SACS) verður hildið í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Tað strekkir seg yvir eina viku, frá 21. til 28. juni, og endar við eini próvtøku, ið er góðkend innan felags evropeisku útbúgvingarskipanina og gevur ECTS-stig.
Undirvísarar á hesum summarskeiði eru dómarar í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg, limir í landgrunsnevndini og í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST umframt aðrar serfrøðingar í havrætti og jarðvísundum við altjóða royndum innan landgrunsrættindi og marknaseting. Oljufelagið Statoil hevur stuðlað summarskeiðnum SACS.
Hoyr samrøðu við Martin V. Heinesen og Bjørn Kunoy við at trýsta á pílin undir myndini.









