Altjóða buffet í Vestmanna

- Vit eru sera fegin um positivu móttøkuna, sum so mong vístu, tá vit luftaðu okkara hugskot, sigur Vestmanna kommuna.

Pastelitos de pina, nachos con guacamole i frijoles, ANZAC-biscuits, sarme, pepper kenguru steak.

 

Soleiðis eita nakrir av teimum mongu forkunnugu rættunum, sum fólk hava høvi at royna í altjóða buffet'ini, sum verður í ítróttarhøllini í Vestmanna fríggjakvøldið 12. september klokkan 19.

 

Á matarlepanum hetta kvøldið eru rættir úr Rumenia, Týsklandi, Japan, Serbia, Avstralia, Honduras og Kirgistan. Talan er um alt frá munnbitum til døgurðarættir, suppu og køku.

 

- Vit eru sera fegin um positivu móttøkuna, sum Manuela, Ioana, Daniella, Annette, Kazuomi, Brancka, Dejan, Natascha, Jacqueline, Daysi og Nurlan vístu, tá vit luftaðu hugskotinum fyri teimum.

 

Vestmanna kommuna vísir á, at við kønari vegleiðing frá Gunnduri Fossdal eru tey farin undir fyrireikingarnar og vóna at síggja nógv fólk í høllini hetta fríggjakvøldið.

 

- Neyðugt er við tilmelding á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi mikudagin 10. september, sigur kommunan um forvitnisligu vestmannadagarnar.