Lívsins Vatn og Eldvatn hava vunnið heiðursmerkir fyri 2010 í altjóða kapping fyri vín og brennivín Lívsins Vatn vann silvursheiðursmerki í greinini akvavitt, meðan Eldvatn vann silvurheiðursmerki í greinini vodka.
Kappingin, ið hevur sæti í Bretlandi og hevur heitið ?International Wine and Spirits Competition?, hevur góð fjøruti ár á baki og er tann størsta av sínum slagi við luttøku úr meir enn 80 londum. Í dómarahópinum eru yvir 300 serkøn fólk úr vín- og brennivínsídnaðinum. Dømingin er grundað á blindsmakking og kemiska kanning.