Útlendingar vilja lesa føroyskt
Fróðskaparsetrið fær nógvar fyrispurningar úr øðrum londum frá studentum, sum vilja læra seg føroyskt og læra um Føroyar og føroyska mentan. Ígjøgnum tíðina hava einstaklingar uttaneftir verið gestalesandi á Føroyamálsdeildini, fyri ein stóran part sjálvlesandi og hava fingið einstaklingsleiðbeining og undirvísing frá lærarum á deildini.
Skeið fyri norðurlendingar
Tá ið talan er um norðurlendskar studentar, hevur deildin tó leingi havt eina fasta skipan. Frá o.u. 1970 hevur Føroyamálsdeildin havt summarskeið fyri norðurlendskar studentar, tey fyrstu mongu árini 4. hvørt ár; nú er skeið tvey ár á rað, so verður eitt ár umlopið, og síðan aftur skeið 2 ár á rað.
Altjóðaskeið í føroyskum frá 2004
Fyri fimm árum síðan varð fyrsta altjóðaskeiðið í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Lýst varð á Alnetinum við skeiði í føroyskum máli og mentan fyri universitetsstudentar og kunning send til universtetsdeildir fyri norðurlendsk mál, germonsk mál og almenn málvísindi. Skeiðið varð hildið í juli mánaði við 29 studentum úr USA (7), Sveis (4), Kanada, Japan, Eysturríki, Italia, Avstralia, Onglandi, Týsklandi, Hollandi og Belgia umframt útlendingum búsitandi í Føroyum.
Í 2005 varð aftur hildið skeið fyri einum fjølmentum og fjølbroyttum flokki og somuleiðis í 2007.
Altjóðaskeið 2009
Komandi ár verður altjóðaskeiðið í tíðarskeiðinum 1. – 22. august. Freistin at søkja er 1. apríl 2009. Upplýsingar og umsóknarblað fáast á www.setur.fo > Summer Institute. Skeiðið kostar 6000 kr. Harumframt kemur kostnaðurin fyri ferðina, innivist, mat og lummapengar. Luttakararnir fíggja sjálvir skeiðið, summi fáa studning frá sínum heimauniversitetum, og onkur fær ferðarstuðul frá Fróðskaparsetrinum
Skeiðsinnihald
Undirvísing er hvønn gerandisdag, og vikuskiftini verða tikin uppí til útferðir, túrar, og til at vitja søvn. Endað verður við veitslu.
Umframt ta dagligu undirvísingina í føroyskum máli halda serføðingar fyrilestrar um serlig evni: náttúru, søgu og samfelag, bókmentir, kvæði og dans, grindadráp o.a.
Menning av undirvísingartilfari
Bæði tað norðurlendska skeiðið og altjóðaskeiðið hava havt við sær, at nýtt undirvísingartilfar er vorðið til, sum hevur avloyst bókina hjá Lockwood frá 1955. Tað eru mállærarar og studentar á skeiðunum, sum eisini eru málfrøðingar, ið lagt hava úr hondum.
Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris S. Hansen og Hjalmar P. Petersen, skrivaðu Faroese. An Overview and Reference Grammar (2004) saman við Höskuldi Þráinssyni.
Komandi ár kemur út Faroese Grammar for Foreigners við tilhoyrandi lesibók og fløgu við upplestri og úttaluleiðbeining eftir Hjalmar P. Petersen og Jonathan Adams.
Í gerð er eisini byrjanarbók í føroyskum fyri japanar. Hana skrivar Aki Arakawa, sum var á skeiðinum í fjør og júst hevur verið í Føroyum eina tíð og arbeitt við bókini.
Menning av av vinalagi, kunnleika og samstarvi
Onkrir av summarstudentunum halda fram við sjálvsnámi og gransking av føroyskum evnum á sínum heimauniversitetum, eftir at teir hava verið á skeiði ella halda á annan hátt fram við at hava tilknýti til Føroya arbeiðsliga ella persónliga. Tey eru, ið vitja aftur.
Tað ber til at lesa meira um altjóðasummarskeiðið á www.setur.fo > Summer Institute