Altjóða møti í Fuglafirði

Ì annaðkvøld klokkan 18 verður eitt altjóða møti í Siloa í Fuglafirði. Fyrireikarnir siga, at altjóða møtið í Siloa er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt. Tí verður alt, sum fer fram á møtinum, á enskum máli. Hugsað verður bæði um fólk úr øðrum londum, ið búgva í Føroyum, og eisini sjómenn, sum í løtuni liggja inni við skipum.

Ein fjølbroytt skrá verður á møtinum. Felagssangur verður á skránni, har nøkur ung úr Siloa syngja fyri og spæla undir.

Útlendingar, búsitandi í Føroyum, fara eisini at luttaka bæði við sangi og onkrum øðrum boðskapi.

Tvær útlendskar kvinnur fara at syngja. Onnur er úr Ghana og hin úr St. Vincent í Karibiska havinum. Eisini fer Siloakórið at syngja nakrar sangir, og tað verður eisini á enskum

Ein kvinna, sum er ættað úr Kap Verde oyggjunum fer at bera fram ein boðskap..

Jógvan Zachariassen fer eisini at bera ein stuttan boðskap fram á enskum.

Eftir møtið bjóða fyrireikarnir øllum, sum koma til tiltakið til eina ókeypis máltíð.