Altjóða kjarnorkustovnurin undir ST, IAEA, hevur fingið heimild at hava eftirlit við at uran í Grønlandi ikki verður brúkt til hernaðarlig endamál.
Tað upplýsir danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, fyri grønlendska fólkatingsliminum, Doris Jacobsen, úr flokkinum Siumut.
Spurningurin er aktuellur, tí Grønland ætlar møguliga at útvinna uran. Tað verður mett, at Grønland kann gerast ein av heimsins størstu framleiðaranum av urani.
Danskir flokkar eru ójavnir á máli, um tað var rætt av donsku stjórnuni at lata Grønland strika núverandi støðufestið um at einki uran skal útvinnast í Grønlandi. Tað hevur verið galdandi síðan 1988.
Berlingske Tidende skrivar, at sjálvt um stjórnin alment hevur sagt, at tað er í lagið, at Grønland útvinnur og útflytur uran til kjarnorkuverk kring heimin, so er stjórnin kortini órógvað av støðuni.
Í einum innanhýsis skjali hjá arbeiðsbólkinum hjá ráðharrinum í donsku stjórnini stendur:
-Útvinnan av urani kann broyta leiklutin hjá Ríkinum í altjóða arbeiðnum um avdubbing, og í arbeiðnum at tryggja nýtsluna av kjarnorku á kjarnorkuverkum kring heimin.