Altjóða felagsskapir fordøma grindadrápi

13 umhvørvisfelagsskapir hava í eini felags altjóða yvirlýsing heitt á føroyingar, um at seta endaligt bann fyri grindadrápi. Hetta veit Útvarpið at siga í morgun. Felagsskapirnir fordøma drápinum og eins og áður er tað grindadrápið í Klaksvík, sum verður brúkt sum ræðumynd.

Í yvirlýsingini verður sagt, at hóast føroyskir myndugleikar vilja vera við, at broytingar eru farnar fram, so prógva myndirnar úr Klaksvík, at ræðuliga djórapínslan heldur fram. Í somu yvirlýsing verður eisini víst á, at tað er burturvið, at føroyskar ferðaskrivstovur lýsa við óspilta náttúruvakurleikanum í Føroyum, tá myndirnar frá grindadrápunum fortelja eina heilt aðra søgu.

Felagsskapirnir, sum standa aftanfyri yvirlýsingina, eru úr USA, Onglandi, Danmark, Sveis og Týsklandi, umframt at røð av altjóða felagsskapum hava sett sína undirskrift á.