Altjóða dómaraparið í hondbólti, Andrias F. Hansen og Eyðun Samuelsen eru samdir um at leggja floytina á hilluna. hóast teir kundu dømt, ið hvussu er trý ár aftrat.
Andrias F. Hansen og Eyðun Samuelsen, sum hava verið ársins dómarapar í føroyskum hondbólti tey seinastu 9 árini hava nógv um at verða í sínum vanligu størvum, og tá tær altjóða avbjóðingarnar ikki eru so stórar, sum tær plagdu at verða við Champions League og øðrum stórdystum, so samdust teir um, at tíðin er búgvin at gevast.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra Eyðun Samuelsen greiða frá orsøkunum til, at hann og Andrias F. Hansen nú gevast, sum hondbóltsdómarar.









