MANNARÆTTINDI
Hetta hevur við sær, at dómstólurin verður settur á stovn í dag, 11. apríl 2002, og um stutta tíð kann fyrsti altjóða brotsmannadómstólurin í heimssøguni fara til verka.
Hetta er týdningarmikið stig í arbeiðinum at fáa sett persónar, sum hava framt álvarsom brot móti mannarættindunum, fyri ein rætt. Dómstólurin verður ein týðandi partur av arbeiðinum at skipa altjóða rættvísi og at steðga brotum á altjóða mannarættindini. Líka síðani Seinni Heimsbardagi endaði hevur verið arbeitt við at fáa stovnað ein slíkan altjóða dómstól, men ikki fyrr enn nú hevur politiski viljin verið nóg stórur til, at ein slíkur dómstólur kundi verða settur á stovn.
Í grundini eru hugsanirnar aftanfyri dómstólin sera einfaldar, men hóast hetta er talan um kollveltandi hugsanir sum t.d.:
- Altjóða samfelagið hevur felags ábyrgd av brotum á altjóða mannarættindini.
- Einstaka menniskja hevur ábyrgd fyri sínum gerðum.
- At siga at gerðir vóru gjørdar eftir boðum frá hægri myndugleikum frítekur ongan fyri at hava ábyrgd av mannarættindabrotum.
- Heldur ikki statsleiðarar eru frítiknir frá revsing fyri brot á mannarættindini.
Til ber at lesa meira um Altjóða brotsmannadómstólin á heimasíðuni hjá Amnesty International: www.amnesty.org