Alternativið var útlendskt stál

Fyri okkum var Grunnabarð tann frægasta loysnin í fjør. Alternativið var at fara út um landoddarnar at leiga skip, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, sum vænta at halda fram at samstarva við South Pelagic

- Sum skipanin er sett saman er í løtuni vónleyst hjá okkum at gera stórar íløgur í eitt nýtt skip. Vit mugu tí dúva uppá alternativar loysnir. Vit kendu støðuna hjá Grunnabarð, og tað vísti seg at bera til, greiðir Gunnbjørn Joensen frá.
Grunnabarð, sum einans hevur eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri at dúva uppá, varð seldur úr Vági til Hósvíkar og síðani millum ymsu feløgini hjá Thor, áðrenn skipið endaði aftur í Vági, tá vertíðin var av. Endamálið var eittans, at fáa brúkt veiðiloyvini hjá Thor til makrel- og sildafiskiskapin. Hóast hvørki Alex N. Vilhelm, reiðari á Grunnabarð, ella reiðararnir í Hósvík vilja brúka orðið ”proformasølu” um tað, ið fór fram í fjør, so fjalir hvørgin partur yvir, at hetta var eitt praktiskt ting at gera fyri at fáa kabalina at ganga upp.
- Vit hava áður roynt at taka útlendsk skip inn. Men í fjør kendu vit støðuna hjá Grunnabarð og gjørdu so hesa royndina. Hetta var tað frægasta, sum bar til eftir verandi skipan, greiðir Gunnbjørn Joensen frá og útgreinar støðuna:
- Her var talan um olympiskt fiskarí, og vit kendu lítið og einki til støðuna eitt ár fram. So tá mugu vit bara dúva uppá tílíkar loysnir. Men nei, støðan er ikki optimal, sigur Gunnbjørn Joensen, ið mælir til eginkvotur, sum reiðaríini síðani kunnu leggja sítt virksemi til rættis eftir.
Stjórarnir í Thor vita enn einki um, hvussu føroyska makrel- og sildakvotan verður býtt millum skipini í ár.
- Nei, vit hava framvegis einki ítøkiligt fingið at vita um, hvussu fiskiskapurin verður skipaður í ár. Men vit ætla so at gagnnýta øll okkara rættindi, og í løtuni er mest sannlíkt, at tað verður gjørt í samstarvi við South Pelagic, metir Gunnbjørn Joensen.



MYNDATXT (til mynd av opnu frá síðsta fríggjadag, Grunnabarð)

Grunnabarð hevði einans eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri at dúva uppá, tá skipið varð keypt til Føroya í mars í fjør. Men proformasølur millum South Pelagic og ymisk feløg hjá reiðarínum Thor í Hósvík lótu dyrnar upp, soleiðis at Grunnabarð kundi fiska bæði makrel og norðhavssild. – Hetta er tað frægasta, ið ber til eftir verandi skipan, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, reiðarar hjá Thor, sum eftirlýsa eitt meira javnt býti av uppsjóvarfiskinum. Søgan um Grunnabarð varð fortald í Sosialinum síðsta fríggjadag.