Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sum eisini hevur havt sæti á tingi fyri Kári P. Højgaard, sum hevur farloyvi úr tinginum, meðan hann er landsstýrismaður.
Jógvan Skorheim fór í farloyvi í januarmánaði í ár, tá hann tók við sum borgarstjóri í Klaksvík. Hann hevði tá havt sæti á tingi í eitt gott ár sum varamaður fyri Kára P. Højgaard. Seinasta hálva árið hevur Kristianna Winther Poulsen í Hoyvík røkt tingsessin fyri Jógvan Skorheim. Nú Skorheim tekur sæti aftur, rýkur Kristianna Winther Poulsen úr tinginum.
Hóast borgarstjórastarvið er eitt alment starv, so er loyvt borgarstjóra at hava júst hetta fulltíðar almenna starvið aftur at tingmannastarvinum.
Úrslitið er, at borgarstjórin í Klaksvík fær eina klekkiliga lønarhækking. Sum borgarstjóri fær hann góðar 50.000 krónur um mánaðin. Sum løgtingsmaður fær hann slakar 40.000 krónur.
Sum løgtingsmaður fær hann slakar 6.000 krónur um mánaðin fyri at koyra til Havnar, tá tingfundur er.
– Jú, vit skilja væl, at borgarstjórin í Klaksvík roynir at ljóða sum ein lítil Heðin Mortensen. Men hvat ger man ikki fyri 100.000 feitar almennar krónur – tá man eisini fær kjansin at taka yvir einasta tingsess hjá Gamla Sjálvstýrinum?
Hann hevur jú eina avtalu við veljaran, um at hann skal hava báðar lønirnar...










