Í Sosialinum í dag er serblað um Fjarðafestivalin, við øllum um festivalin umframt, at farið verður afturum nøkur av nøvnunum á festivalinum Í bersøgnari samrøðu greiður Martin Joensen frá, um hvussu tað ber til, at hann fer á pall á einum kristiligum festivali. Dámligi útvarpsverturin Elis Poulsen greiður frá um dans band tónleik og bólkin Trond Erics. Eisini eru samrøður við útlendsku bólkarnar Charizma og Jerusalem.









