Altíð stuttligt í Gundadali

Fótbóltur: Allir spælararnir hjá báðum liðunum eru tøkir til stórdystin í hesum umfarinum

Eingin ivi er um, at stóra slagið í hesum umfarinum er dysturin í Gundadali millum B36 og KÍ. Tá tey bæði liðini, ið hava verið tey, ið hava myndað toppin í fótbóltskappingini í ár, hittust í Klaksvík, vann KÍ 3?2, og tá var undirhaldið í topp.

? Eg rokni við, at tað verður á sama hátt í morgin. Vit hava spælt tríggjar avgerandi dystir í Gundadali í ár, og tað hevur verið spennandi hvørja ferð. At vit hava vunnið tvær ferðir móti HB og eina ferð móti B36 ger, at sjálvsálitið er í lagi, nú vit fara suður, og úrslitini hava verið so støðug í ár, at sjálvandi trúgva vit uppá, at tað fer at bera til at vinna og harvið fáa FM heitið til hødlar í morgin, sigur Harley Bertholdsen hjá KÍ.

Hann heldur, at áskoðararnir hjá KÍ á ein serligan hátt geva seg til kennar, tá teir eru í Gundadali:

? Fyri tað fyrsta eru teir altíð nógvir, og so bakka teir okkum upp sum onga aðra staðni. Tað er heilt fantastiskt, og hetta lyftir okkum inni á vøllinum upp.

? At vit hava spælt nakrar av bestu dystunum í Gundadali kemst partvís av, at mótstøðuliðini eru sinnað at spæla góðan fótbólt, og partvís av at tað hevur staðið nógv uppá spæl hvørja ferð, og tí hava vit allir verið so nógv uppsettir.

Í B36 eru allir spælararnir tøkir til stórdystin í morgin, og í Klaksvík rokna teir eisini við, at allir fara at vera tøkir í morgin. Jan Allan Müller hevur ikki vant síðstu fjúrtan dagarnar, men hann spældi ímóti Sumba, og teir rokna við, at hann fer at spæla í morgin. Rógvi Jacobsen hevur ikki vant hesa vikuna, tí hann hevur trupulleikar í rygginum, men teir roknaðu í gjár við, at hann fer at spæla.